Heimsins størsta til Libya

Í morgun fór amerikanski flogberin USS Enterprise ígjøgnum Suezveitina á veg norður í Miðjarðarhavið. Amerikanska verjumálaráðið hevur ikki sagt nakað um, hvørja uppgávu skipið skal røkja í Miðjarðarhavinum, men tíðindastovan Reuters skrivar, at tað er ikki óhugsandi, at flogberin skal hjálpa teimum amerikonsku herskipunum, sum liggja nærhendis libysku strondini.

USS Enterprise, sum fór á sína fyrstu ferð í 1962, er heimsins størsta herskip. Skipið er 342 metrar langt og knappar 80 metrar breitt, har tað er breiðast. Skipið gongur knappar 34 míl og kann hava 90 stríðsflogfør umborð.