Stutt fyri klokkan átta í morginári lendir heimsins størsta ferðamannaflogfar í Kastrup. Talan er um eitt flogfar av slagnum Airbus A380, sum kann taka millum 555 og 840 ferðafólk.
Tað er týska flogfelagið Lufthansa, sum eigur flogfarið, ið kemur til Keypmannahavnar. Tað stendur tveir tímar í Kastrup og heldur síðani leiðina frá til Stockholm.
Nógv fólk hava áhuga fyri flogførum, og leiðslan í Kastrup væntar, at nógv fólk fara at leita sær út ímóti flogvøllinum fyri at hyggja at tí stóra flogfarinum.
Tað fyrsta flogfarið av slagnum Airbus A380 fór í ferðafólkaflúgving tann 25. oktober í 2007 millum Singapore og Sidney. Tað var felagið Singapore Airlines, sum átti tað flogfarið, og síðani hava fleiri flogfeløg keypt flogfør av hesum slagnum.










