Heimsins størsta "tama" krokodilla er deyð

Heimsins størsta krokodilla, sum hevur hoyrt til ein djóragarð, er deyð. Lolong, sum krokodillan varð rópt, var umleið 50 ára gomul.

Tað er talsmaðurin í Bulawan á Filipinunum, sum váttar tíðindini.

Lolong gjørdist kend um heimin í september í 2011, tá hon gjørdi álop á fleiri fólk í býnum og nógv varð sett í gongd fyri at fanga hesa velduga stóru krokodillu.

Einir 100 fólk vóru við í royndini at fanga Lolong, og eftir trimum vikum eydnaðist tað umsíðir. Krokodillan varð fangað við togum og stáltráði.

Saltvatnskrokodillan vigaði eitt tons og var 6,17 metrar long.

Síðan hon varð fangað, hevur Lolong verið í einum djóragarði og tey, sum varða av garðinum, hildu, at hon kanska fór at draga ferðafólk til býin.

Tað er ikki greitt, hví krokodillan doyði, men onkrar heimasíður vilja vera við, at hon gjørdist sjúk eftir at hava etið nylontráð.