Tá Brødrene Olsen fóru á pallin leygarkvøldið, fylgdi ein maður við einum upptøkutóli teimum. Fólk flestu hildu, at hetta var ein maður, sum teir báðir høvdu tikið við sær til Føroya, men so var ikki. Maðurin, David Notman-Watt, er nemliga frá Associated Press(AP), og var tað av tilvild, at hann valdi at fylgja brøðrunum.
Associated Press er heimsins størsta tíðindastova. og er hon yvir hundrað ára gomul.
Fyri sløkum fimm árum síðani, so fór AP eisini í holt við at gera sjónvarpssendingar. Hetta var eftir, at teir keyptu WTN, sum fleiri óivað kenna. Tað er tó ikki soleiðis, at teir hava eina sjónvarpsrás sjálvir, men heldur verður gjørt sum við tí skrivaða tilfarinum, t.e. teir framleiga sendingar/innsløg og síðani verða hesi seld til sjónvarpsrásir kring heimin. Tað er sjálvandi ymiskt, hvussu væl umtókt tey ymisku innsløgini. Men teir hava selt til fleiri enn hundrað lond millum ár og dag, og David heldur, at innsløgini um Føroyar fara at vera væl umtókt.
Tað, at onkur ger innsløg ella skrivar um Føroyar og føroyingar er ikki nakað sjálvsamt í sjálvum sær, men hetta er ein av fáa ferðum, helst fyrstu ferð, at AP vitjar í Føroyum.
David Norman-Watt hevur seinastu tvey árini ferðast í nógvum londum, har hann hevur gjørt sjónvarpssendingar.
Hann hevur eisini verið á okkara leiðum áður, tí hann hevur verið tvær ferðir í Grønlandi, og seinni í hesum mánaðinum skal hann til Íslands at finna tilfar.
Olja og sjálvstýri
Sendingin, sum David Notman-Watt arbeiðir við, eitur Roving Report. Hetta er tað slagið av sendingum, sum verður rópt ?Current affairs?. Roving Report ferðast kring allan heim. Aloftast er tað einans ein, sum fer avstað, men okkurt serstaka stórt, verður farið avstað við fleiri fólkum. Tá tað so einans er ein í Føroyum, so sigur tað kanska eitt sindur um Føroyar, men David sigur, at hann dámar satt at siga best at arbeiða einsamallur, og hann er eisini einsamallur hesaferð.
Á sínari vitjan í Føroyum, er tað serliga tvey evni, ið hann hevur lagt seg eftir at lýsa. Talan er um ríkisrættarligastøðuna og tað møguligu oljuvinnuna. Serliga hetta seinna evnið er áhugavert og aktuelt, sigur David.
Tá hann so hevur verið í Føroyum, so hevur hann eisini fingið aðrar søgur við, sum hann so at siga er dottin á. Ein av hesum søgunum var nemliga Brødrene Olsen, men eisini aðrar smásøgur hava stungið seg upp, og David sigur, at hetta er nakað, sum eyðkennir Roving Report, t.e. innsløgini byggja oftani á ?vanlig? menniskju, ið hava eina søgu at siga frá.
David sigur seg hava lært nógv um Føroyar, meðan hann hevur verið her. Eisini sigur hann seg vera bergtiknan av teirri vøkru náttúru, sum er í Føroyum.
-Tit hava eitt ómetaliga vakurt land, og fyri ein sjónvarpsmann er stuttligt at gera upptøkur í slíkum landslagi. Litirnir eru sterki, og eg havi fingið nakrar av mínum bestu myndum nakrantíð á ferðini í Føroyum, sigur David Notman-Watt.
Hann væntar, at innslagið um føroyska oljuvinnu fer at fera liðugt um einar tríggjar vikur, men tað er sera torført at siga, nær innslagið fer at vera sent í sjónvarpsrásan kring heimin, tí tað er ymiskt nær tær ymisku rásirnar keypa rættindini.
Óheft
Áðrenn David fer avstað, ger hann hópin av arbeiði áðrenn, t.e. sokallað ?Research?. Hann sigur tó, at tað er nógv, sum hann lærir, meðan hann er á staðnum, men hann roynir at vera væl fyrireikaður.
Vitjanin í Føroyum hevur ikki verið drúgv, men hann sigur seg vera nøgdan við vitjanina, tí hann hevur tosað við fleir fólk, og tað eru oftani tey vanligu fólkini, sum hann leggur seg eftir at tosa við.
Hesar dagarnar, sum hann hevur verið her, hevur hann m.a. tosað við Høgna Hoydal, landsstýrismann, men hann hevur eisini verið ein túr í Klaksvík, har hann m.a. tosaði við Steintór Rasmussen.
-Eg royni at koma inn í landið, geri nøkur innsløg og síðani fara eg avstað aftur, sigur David. Hann leggur dent á, at hansara innsløg í allar mátar eru óheft, og hann ikki ger nakrar niðurstøður, men roynir heldur at lýsa tingini útfrá útsagnunum hjá teimum ymisku fólkunum.
David Norman-Watt fór avstað aftur týsdagin. Nú bíða fleiri dagar, har hann skal klippa og skipa upptøkurnar, sum hann hevur gjørt í Føroyum.
Hetta verður so í øllum førum ein møguleiki hjá fólki kring allan heim at síggja okkum føroyingar.
Myndatekstur?1?: -Tit hava eitt ómetaliga vakurt land, og fyri ein sjónvarpsmann er stuttligt at gera upptøkur í slíkum landslagi. Litirnir eru sterki, og eg havi fingið nakrar av mínum bestu myndum nakrantíð á ferðini í Føroyum, sigur David Notman-Watt.