Heimsins størsta slanga

Í einari bygd á indonesisku oynni Java hava fólk fanga eina slangu, sum eftir øllum at døma er tann størsta, sum menn vita um. .

Talan er um eina pyton-slangu, og sambært tíðindastovuni AP er hon 14,85 metrar long og vigar 985 pund. Slangan er nú í einum búri í bygdini Curugsewu, og bæði ferðafólk og onnur hava longu leitað sær hagar at hyggja at henni. Pyton-slangan er annars tann longsta slangan í heiminum. Tað verður sagt, at hon kann eta ein seyð, og fleiri ferðir hevur hon eisini verið fólki at bana.

Sambært metbókini hjá Guinness átti ein slanga, sum varð skotin á indonesisku oynni Celebes í 1912, gamla metið. Hon var tíggju metrar long. Tyngsta slangan, sum menn vistu um frammanundan, var ein anakonda, sum varð skotin í Brasil í 1960. Hon vigaði 455 pund.