- Endamálið við Christmas Child er at skapa vón hjá børnum úti í heimi við at geva teimum eina skógvaeskju fulla av gávum og siga teimum tey góðu tíðindini um Guds kærleika. Tiltakið gevur fólki í øllum aldri møguleika at verða við í einum trúboðanararbeiði, har serligur dentur verður lagdur á størstu gávuna av øllum Jesus Kristus, Guds størsta gáva til menniskjuni, verður sagt frá á heimasíðuni hjá samkomuni Lívdini í Hoyvik.
- Í fjør vórðu yvir 6,6 milliónir skógvaeskjur latnar líðandi børnum í 95 londum. Nú hevur tú møguleikan at gerast partur av einum trúboða-nararbeiði, sum røkkur út til líðandi børn kring allan heimin.
Børnini kunnu lata so nógvar skógvaeskjur, sum tey vilja, men tað ber eisini til at vera fleiri um eina eskju. Áðrenn tú byrjar at leggja í eskjuna, mast tú <st1:City$?$end$!$<st1:place$?$end$!$gera</st1:place$?$end$!$</st1:City$?$end$!$ av, um tín gáva skal vera til gentu ella drong.<BR>
Sum dømi um, hvørji ting kunnu leggjast í eskjurnar kunnu nevnast:
Leikur: Smáir bóltar, dukkur, bamsur/sovidýr, hoppiband, putlispæl, teknirøðir, jojo.
Skúlaútgerð: Pennar, blýantar og blýantsspískari, litblýantar og tussj, frímerkja- og stempulsett, teknibók, brævpappír, pappír, sólorkuroknimaskina.
Heilsurøkt: Tannbust, tannkrem, sápa, kambur, bust, lappi, svampur.
Annað: Hart góðgæti, piparmintbomm, tyggigummi, sólbrillur, keppar, sokkar, T-shirts, spælismykkusett, hárklemmur, ur, smáar myndabøkur.
Ting, sum ikki kunnu koyrast í eskjurnar eru hesi:
Brúktir lutir. Lutir, sum kunnu setast í samband við kríggj, eitt nú spælibyrsur, spæli-hermenn, knívar.
Matur, ið spillist, sum sjokuláta, dósamatur, keks.
Ymiskt flótandi, sum hársápa, húðkrem, sápubløðrur.
Heilivágur, sum vitaminir, bomm fyri hosta, t.d. Strepsils, salvur og tílíkt.
Lutir, ið kunnu brotna, spegl, kinesiskar dukkur.
- Til seinast kanst tú leggja ein seðil til barnið og eina mynd av tær sjálvum ella tínari familju. Um tú skrivar títt navn og tín bústað, fer barnið, sum fær tína skógvaeskju, kanska at skriva aftur til tín.
Christmas Child er eitt tiltak undir Samaritan?s Purse, hvørs endamál er at halda boðini frá Jesusi um at hjálpa neyðstøddum. Vit lesa í Luk. 10, 37 um hin miskunnsama samverjan, har Jesus sigur: ?Far tú og ger tað sama.?
- Seinastu 24 árini hevur Franklin Graham, sonur navnframa Billy Graham, stjórnað vælgerandi felagsskapinum Samaritan?s Purse, har eitt av tiltøkunum er Christmas Child.
Sunnudagsskúlin í Lívdini tekur ímóti eskjum til og við 31. oktober 2004.
Eru aðrir sunnudagsskúlar, ið kundu hugsað sær at verið við í tiltakinum, ber til at fara á heimasíðina hjá Lívdini, www.livdin.fo, har fleiri upplýsingar eru at finna.