Nýggja frímerki á posthúsinum í Klaksvík tekur støði í heimsins upphiting. Tað er Edward Fuglø, listarmaður, sum hevur gjørt frímerkið 18. februar 2008 var heimsins størsta frímerki avdúkað í Klaksvík, sett upp á suðurendan á posthúsinum ? Hetta í sambandi við at Klaksvík í 2008 hátíðarhelt 100 ár sum sjálvstøðug kommuna.
Frímerkið hevði listamaðurin Edward Fuglø, sum er tikin úr leikum í sýni grein og hevur gjørt hópin av frímerkjum fyri Postvek Føroya, gjørt.
Frímerkið var ímyndin av Klaksvík sum fiskivinnubýur, ið spratt úr gamla bóndasamfelagnum og sum eisini í skaldarheiminum verður kallað Norðoya Móðir.
Frímerkið lýtir eisini frameftir við unga dronginum, sum kagar út í framtíðina og torir við støði í søgu síni at taka upp tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman.
Hetta serliga fímerkið fekk nógva jaliga umtalu ? eisini úti í heimi, har m.a. Morgunblaðið í Íslandi gjørdi nógv burturúr.
Nú er eitt nakað minni frímerki sett upp í staðin á suðurendan á posthúsinum í Klaksvík. Hetta frímerkið tekur støði í Global Warming-tiltakinum, har gjørt verður vart við, at heimurin ikki hevur tað so gott, vegna okkara stóra CO2-útlát.
Talan er enn einaferð um eina vískygda framsjón hjá listamanninum Edwardi Fuglø, sum hevur sniðgivið og fortolkað hetta annarleiðis frímerkið við meira altjóða dámi, men sum greiðliga sigur sín boðskap.
- Vit ynskja Edwardi Fuglø, listamanni og Postverki Føroya tillukku við nýggja frímerkinum, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar Kommunu sum tók myndina og greiddi frá.