Heimsins størsta ferðamannaflogfar, Airbus 380, er í hesum døgum á royndarferð í fleiri londum. 
Ferðin er kortini avmarkað, tí tað eru bara 16 flogvallir, sum kunnu taka ímóti tí stóra flogfarinum. Í gjár kom Airbus 380 úr Berlin til Heathrow-floghavnina í London, men hon mátti byggjast út og broytast fyri næstan eina hálva milliard krónur, áðrenn Airbus 380 kundi seta seg har, sigur BBC. Nógv varð eisini gjørt burtur úr teirri fyrstu ferðini, og Gordon Brown, fíggjarmálaráðharri, var í Heathrow og tók ímóti tí stóra gestinum. 
Ætlanin er, at Airbus 380 skal í rutuflúgving seinni í ár, men rutunar eru sjálvandi eisini avmarkaðar, tá bara 16 flogvallir eru egnaðir til flogfarið.










