Námsídnaðurin í USA, Austaliu og Asiu hevur skunda undir menningina av hesum dekki, orsakað av at teir hava brúk fyri størri maskinum, fyri at minka um rakstrarkostnaðin. Bridgestone 59/80R63 VELS er ein heilt nýggj konstruktión. Dekkið er 4.02 m høgt, 1.47 m breitt og vigar 5.1 tons. Dumpararnir, ið koma at brúka hesi dekkini, lasta millum 380 og 400 tons, og hvørt dekk er gjørt til at bera 101 tons.










