Talan er um skipið Toledo hjá reiðarínum Wallenius Wilhelmsen Logistics.
Tað tók tveir dagar at tøma skipið fyri teir næstan 3.000 nýggju bilarnar frá Toyota, Honda og Mitsubishi.
Hetta var størsta mongd av bilum, sum Copenhagen Malmø Port nakrantíð hevur tikið ímóti.