Heimsins stórsta barnabókavirðsløn til Avstralia

Avstralski rithøvundurin Sonya Hartnett hevur fingið heimsins stórstu barnabókavirðisløn, ið er fimm milliónir svenskar krónir

?Virðisløn til minnis um Astrid Lindgren? er almenna heitið á heimsins stórstu barnabókavirðisløn, sum í ár fer til avstralska rithøvundin, Sonya Hartnet.

Í grundgevingini fyri at lata Hartnett virðislønina, verður millum annað sagt, at sum rithøvundur endurnýggjar hon nútímans ungdómsskaldsøguna. Við sálarfrøðiligari dýpd og darrandi øði lýsir Hartnett umstøðurnar hjá teimum ungu, meðan hon ikki er bangin fyri at lýsa lívsins myrku síður?

Hóast Sonya Hartnett júst er vorðin 40 ár, hevur hon longu hildið sítt 25 ára hátíðarhald sum rithøvundur. Aftanfyri seg hevur hon eitt ritverk, sum ofta hevur verið sera umstrítt orsaka av sínum ofta opinskáraðu lýsinginum av harðskapi og kynslívinum.

Stóra svenska virðislønin, ið eisini verður nevnd ?Alma virðislønin?, verður latin Hartnett á samkomu í Stockholm 28. mei