Heimsins størsta býfluga funnin

Granskarar hava funnið risastóru Wallace býfluguna, og er tað ikki hent síðani 1981.

Granskarar hava verið bangnir fyri, at risastóra Wallace býflugan var útdeyð. Men nú er hon afturfunnin fyri fyrstuferð í 38 ár.

 

 

Ein bólkur av granskarum hevur funnið heimsins størstu býflugu, ið ikki er sædd síðai 1981.

 

 

Dr.dk ber tíðindini frá The Guardian og The New York Times.

 

 

Býflugan sigst vera á stødd sum tummilfingurin á vaksnum persóni, og veingjabreiðið er eini seks sentimetrar.

 

 

Í januar funnu norðuramerikanskir - og australskir granskarar býfluguna í einum indonesiskum oyggjabólki.Ein myndamaður í granskarabólkinum sigur, at tað var einastandandi at síggja, og hoyra veingirnar flaksa, tá stóra býflugan fleyg framvið, - hendan, býflugan, sum teir ivaðust í, um var til ella útdeyð.

 

 

Tað er ein eisamøll býfluga, ið er sædd. Hetta býfluguslag varð uppdagað í 1858, og var hon tá sædd av bretska náttúrugranskaranum Alfred Russel Wallace. Tá gingu aftur meria enn 100 ár, til granskarar aftur funnu hesa býfluguna í 1981.

 

 

Nú er  hetta stóra býfluguslag so aftur funnið, 38 ár seinni.