Heimsins skjótasta flogfar

Gongst sum ætlað verður tað bæði skjótari og og bíligari at ferðast í framtíðini

Eitt royndarflogfar hjá amerikonsku rúmdarumsitingini NASA hevur sett nýtt met.

Fyrst varð tað ómannaða flogfarið, sum eitur X-43A, set upp á eitt hernaðarflogfar av slagnum B52. Tá tað var komið upp í ta ætlaðu hæddina, varð ein rakett í ómannaða flogfarinum sett í gongd, og við henni eydnaðist tað at fáa flogfarið at flúgva 11.000 kilometrar um tíman ella tíggju ferðir skjótari, enn ljóðið ferðast. Tað er nýtt met.

Royndin, sum bleiv gjørd í Kalifornia, er tann triðja og seinasta. NASA sigur, at tøknin í X-43A, sum ein ein samanseting av einum flogfari og einari rakett, kann nýtast í vanligari flogferðslu, og at hon fer at gera tað skjótari, bíligari og tryggari at flúgva.