Heimsins ríkastu sangkvinnur

Nummar eitt á listanum forvann sær 660 milliónir krónur.

Tíðarritið Forbes ger hvørt ár upp, hvør fíggjarliga klárar seg best á ymsum økjum, og eisini er ein listi yvir sangkvinnur, ið forvinna mest pening, og er nú gjørt upp frá 1. juni 2016 til 1. juni 2017.

 

Nummar eitt á listanum er Beyoncé, sum áðrenn skatt forvann 660 milliónir danskar krónur.

 

Hon er sostatt væl frammanfyri nummar tvey, sum er Adele, við 437 milliónum krónum.

 

Taylor Swift er nummar 3 við 280 milliónum krónum.

 

Nummar 4 er Celine Dion við 266 milliónum. Nummar 5 er Jennifer Lopez við 240 milliónum. Nummar 6 er 71 ára gamla Dolly Parton við 235 milliónum. Rihanna er nummar 7 við 228 milliónum. Britney Spears er á 8. plássi við 215 milliónum. 

 

Katy Perry er  nummar 9 við 209 milliónum og nummar 10 á listanum er Barbra Streisand við 190 milliónum krónum.