Heimsins ríkasti tannáringur

Tá Athina Roussel mikudagin fylti 18 ár, gjørdist hon heimsins ríkasti tannáringur. Hendan dagin arvaði hon ikki minni enn góðar 21 mia. krónur.
Athina Roussel er abbadóttir tann kenda grikska stórreiðaran Aristoteles Onassis. Móður hennara, Christina Onassis, beindi fyri sær í 1988, tá Athina var trý ára gomul. Faðir Athine, frans-maðurin Thierry Roussel, hevur fleiri ferðir roynt at fáa ræðið á tí ovurstóra arvinum, men hóast hann tvær reisur hevur verið í rættinum við kravinum, hevur hann ikki fingið viðhald.
Tískil arvaði Athina 21 milliardir krónur mikudagin umframt oynna Skorpios í grikska havinum. Og meiri er eftir. Tá hon um trý ár fyllir 21, arvar hon minst 15 milliardir krónur afturat, og tá fær hon eisini ræðið á teimum ymsu grunnunum, sum abbin stovnaði.