Jamie Oliver kann nú kalla seg fyri heimsins ríkasta kokk. Hann hevur í dag áleið 1.4 milliardir krónur á kontoini.
Kendi kokkurin Jamie Oliver hevur megnað at skaffa sær nógvar pengar við at gera tað, sum hann dugir best nevniliga at gera mat.
Einans 36 ára gamal hevur hann skaffað sær 1.4 milliardir krónur við at gera sjónvarpssendingar og við at skriva um mat, umframt at leggja navn til pannur, grýtur og annað.
Enski miðilin Daily Mail skrivar, at Oliver hevur tjent 400 milliónir krónur seinasta árið.
Jamie Oliver hevur fýra børn, og er nú nummar 501 á listanum yvir ríkastu fólk í Bretlandi. Harumframt hevur hann skriva 15 kókibøkur, sum nú ganga sum heitt breyð.
Hann eigur sjálvur eitt framleiðslufelag, sum framleiðir hansara nógvu sjónvarpssendingar um mat. Sendingarnar hjá Jamie Oliver verða vístar í 40 londum.
Hetta veit eb.dk










