Løgfrøðina dugir hon uttanat, og so er hon ikki bangin fyri at siga nøkrum ímóti, heldur ikki heimsins týdningarmestu leiðarum. Taðer tann stutta lýsingin av kanadiska dómaranum Louise Arbour, sum Kofi Annan, ST-aðalskrivari, hevur sett sum hákommiser í mannarættindamálum.
Hetta er eitt starv, sum krevur støðufesti, dirvi og áhaldni. Ikki minst í hesum tíðum, nú bardagin ímóti yvirgangi hóttir við at skúgva mannarættindini til viks. Um allan heimin verða mannarættindini traðkað undir fót, eisini í Vesturheiminum. Neyðugt sum lið í bardaganum ímóti yvirgangi verður sagt.
Í Guantanamo á Kuba hava amerikanararnir 600 fangar sitandi, og aðrastaðni kring heimin sita yvirgangsfangar handan rimarnar. Hetta eru dømi um, hvørjar avleiðingar bardagin ímóti yvirgangi hevur havt fyri tað, sum vit vanliga kalla mannarætt-indi.
Ein djørv kvinna
Flestu mannarættindafelagsskapir eru á einum máli um, ater tað nakar, sum kann átaka sær uppgávuna sum hákommiserur í mannarættindum, er tað tann 57 ára gamla Louise Arbour. Júst mannarættindafelagsskapirnir halda eitt vakið eyga við arbeiðinum hjá hákommiserinum og aftra seg ikki við at gera vart við mistøk.
- Louise Arbour hevur júst teir eginleikarnar, sum eru neyðugir hjá tí, sum skal verja mannarættindini. Hon hevur víst, at hon letur seg ikki ræða, heldur ikki av teimum ringastu bølmennunum, sigur Reod Brody í mannarættindafelagsskapinum Human Rights Watch.
Tað var millum annað sum høvuðsákæri í ST-krígsbrotsmannadómstólinum fyri gamla Jugoslavia, at Louise Arbour vísti síni evni, og tað gjørdi hon eisini, tá hon var ákæri í dómstólinum, sum viðgjørdi krígsbrotsverkini í Rwanda. Hetta var í árunum frá 1996 til 1999, og har prógvaði hon, at hon hevur dirvi til at taka illa lýddar avgerðir. Í 1999 var hon við til at reisa mjálið ímóti serbiska leiðaranum Slobodan Milosevic, sjálvt um nøkur av londunum í Vesturheiminum vóru ímóti tí. Tey vildu heldur hava eina friðaravtalu við serbiska leiðaran.
Tað var eisini Louise Arbour, sum tók avgerð um at kanna, um NATO hevði framt krígsbrotsverk, tá flogfør hjá samgonguni bumbaðu mál í Serbia undir Kosovo-krígnum. Hon var ikki liðug við kanningarnar, tá hon fór frá sum høvuðsákæri í Haag. Eftirmaður hennara, sveitsiska Carla del Ponte, hevur fyribild fríkent NATO.
Vald uttan atkvøðugreiðslu
Louise Arbour, sum er fødd í Montreal í Kanada í 1947, tekur við sum hákommiserur í mannarættindamálum eftir brasilan Sergio Vieira de Mello, sum doðyi, tá ST-støðin í Bagdad bleiv sprongd í luftina í august í fjør. Hon hevur verið virkin løgfrøðingur í mong ár og hevur skrivað fleiri vísindaligar greinar um borgararættindi og mannarættindi. Síðani 1999 hevur hon verið hægstarættardómari í Kanada, og hon ber orð fyri at vera ein av teimum mest frælslyntu dómarunum har.
Kofi Annan hevur leingi roynt at fáa Louise Arbour at átaka sær starvið sum hákommiserur í mannarættindum. Í fyrstani segði hon nei. Henni dámdi væl starvið í hægstarætti, men kanadiska stjórnin vildi fegin hava hana at taka av tilboðnum frá ST, og kanska var tað í seinna enda tað, sum fekk hana at taka av.
Tað er vert at leggja til merkis, at ST nýttist ikki at atkvøða um starvssetanina, tí øll tey 191 limalondini tóku undir við at seta Louise Arbour í starvið sum heimsins nýggi varðhundur.