Heimsins minsti skattalætti

Búskaparráðið finst í frágreiðing síni millum annað at skattalættanum, sum nú verður latin. Jóannes Eidesgaard skilir tó ikki heilt, at so nógv hevur verið gjørt burtur úr skattalættanum í seinastuni, sum løgmaður heldur vera heimsins minsta

– Tað gongur væl í løtuni, og tá vísti eg eisini á í røðu mínari á ólavsøku. Um tað so gongur ov skjótt er ein metanarspurningur, og Búskaparráðið heldur eftir øllum at døma, at tað gongur ov skjótt.
Orðini eigur løgmaður, Jóannes Eidesgaard. Tá vit fingu orðið á hann, hevði hann ikki lisið alla frágreiðingina sum hon var, men bara ein samandrátt av henni.
Men út frá tí, hann hevur lisið, heldur Jóannes Eidesgaard at lítið nýtt er at koma eftir í búskaparfrágreiðingini.
– Nógv av tingunum, ið Búskaparráðið vísir á, hava verið frammi í almenna kjakinum áður. Hetta við at tálma konjunkturin, skattalættinum og rentustuðulinum er lítið nýtt í, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann leggur tó skjótt aftrat, at hann sjálvandi tekur eina slíka frágreiðing í allarstørsta álvara, og sigur at teir eisini fara at viðgera frágreiðingina politiskt.
– Tað er jú styrkin við demokratinum, at vit fáa frágreiðingar á henda hátt, soleiðis at ljós verður varpað á viðurskifti og ymisk sjónarmið koma fram, sigur Jóannes Eidesgaard.

Heimsins minsti skattalætti
Eitt av teimum evnunum, ið Búskaparráðið finst at, er nógv umrøddi skattalættin hjá samgonguni. Men hetta skilir løgmaður ikki heilt, og hann heldur at fólk hava hug at gloyma, hvat skattalættin í veruleikanum kostar.
– 163 milliónir krónur hevur onkur roknað seg fram til, at skattalættin kemur at kosta frá 2006 til 2008. Samstundis mugu vit hava í huganum, at inntøkurnar til samhaldsfasta vaksa við 110 milliónum um somu tíð, so í veruleikanum kostar skattalættin okkum bara 53 milliónir krónur. Tær 53 milliónirnar eru yvir tvey ár, so árliga kostar skattalættin bara 26,5 milliónir. Tað má vera heimsins minsti skattalætti, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.

Rentustuðulin má viðgerast
Í frágreiðing sínari leggur Búskaparráðið upp til, at ein loysn má finnast við rentustuðulinum. Annaðhvørt má hann avtakast, ella eisini má hann skerjast.
– Spurningurin um rentustuðulin má takast upp. Greitt er, at hann ikki kann avtakast her og nú, tí fólk hava bundið seg at lánum grundaði á hann. Men rentustuðulin má viðgerast, og tað skal hann gera ótrúliga skynsamt og varliga, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir á, at hann fegnast um at ljós verður varpað á politisk mál á henda hátt, og at sigur at frágreiðingin fer at verða tikin upp til politiska viðgerð.