Við hjálp frá sonevndum sofistikeraðum algoritmum hevur CIES Football Observatory í Sveis roknað seg fram til hvørjir fótbóltsspælarar í teimum fimm stóru fótbóltsligunum (Premier League, La Liga, Serie A, Bundesliga og Ligue 1) hava størst virðið.
Kenda franska blaðið "Football France" hevur prentað útrokningina í seinasta blaði teirra. Virðismetingarnar eru gjørdar í mun til teir seinastu flytingargluggarnir innan sølu av fótbóltsspælarum, og eru eisini gjørdar í mun til hvussu virðið á spælarunum er hækkað á marknaðinum tey seinnu árini.
Nógv talar fyri, at Cristiano Ronaldo fer at vinna Gullbóltin - Ballon D´or - í komandi viku, men sambært útrokningini hjá CIES Football Observatory í Sveis er Cristiano Ronaldo ikki millum heimsins mest virðismiklu fótbóltsspælarar.
Bæði Neymar, Lionel Messi og Antoine Griezmann hava størri virði enn Cristiano Ronaldo, sambært útrokningini hjá CIES Football Observatory í Sveis.
Spanska ítróttarblaðið AS hevur gjørt eina byrjanaruppstilling, sum tekur støðið í útrokningunum hjá CIES Football Observatory í Sveis. Liðið hjá AS hevur tríggjar spælarar úr Premier League, fimm spælarar úr La Liga, tveir frá fronsku League 1, og ein frá italsku Seriu A.
Norska TV2 hevur umroknað virðið hjá virðismikla liðnum hjá AS um til norskar krónur.
Við virðinum roknað í norskum krónum sær listin soleiðis út. Ein norsk króna er verd 82 oyru í okkara peningi.
Mest virðismikla byrjanaruppstillingin í Evropa sambært spanska blaðnum, AS (4-3-3):
Málverji: David de Gea (Manchester United – 518 miljónir norskar krónur)
Verjuspælarar: Leonardo Bonucci (Juventus – 444 miljónir norskar krónur), Raphael Varane (Real Madrid – 444 miljónir norskar krónur), Marquinhos (PSG – 423 miljónir norskar krónur), Aymeric Laporte (Athletic Bilbao – 433 miljónir norskar krónur)
Miðvallarar: Marco Verratti (PSG – 655 miljónir norskar krónur), Philippe Coutinho (Liverpool – 666 miljónir norskar krónur), Paul Pogba (Manchester United – 1,12 miljardir norskar krónur)
Áleyparar: Lionel Messi (Barcelona – 1,7 miljardir norskar krónur), Antoine Griezmann (Atlético Madrid – 1,21 miljardir norskar krónur), Neymar (Barcelona – 2,25 miljardir norskar krónur)