Stóra norska tvíkiljan – Fosnakongen – sum hevur ligið við Vestaru Bryggju í Havn seinastu dagarnar, loysti stutt fyri middag í dag og er nú á veg til Íslands. Tvíkiljan hevur ligið í Føroyum og bíðað eftir líkindum.
Ein av monnunum við bátinum segði, tá teir loystu, at hetta er ein arbeiðsbátur, sum serliga ger ymiskar tænastuuppgávur fyri alivinnuna, og nú skulu teir gera uppgávur í Íslandi.
Á norsku heimasíðuni – www.skipsrevyen.no – verður sagt, at Fosnakongen er heimsins mest framkomni arbeiðsbátur í alivinnuni. Hann er bygdur á Salthammer Båtbyggeri AS til felagið Abyss AS í Kristiansund, og varð latin eigarunum hin 5. mars í 2015.
Fosnakongen er umleið 24 metrar langur, 12 metrar breiður. Hann hevur velduga stórt dekspláss og stórar kranar. Tvíkiljan hevur tveir Nogva Scania DI 13 71M diesel-motorar á 510 HK hvør og hevur nógva ymiska útgerð, sum lesast kann um á nevndu heimasíðu.