Heimsins longsta konsert

Leygardagin 5. Juli varð fimti nótin í ORGAN2/ASLSP spældur. Eksentriski tónasmiðurin John Cage smíðaði ORGAN2/ASLSP við tí fyri eyga, at skapa heimsins longstu konsert. Fleiri enn 1000 fólk vóru og lurtaðu, tá automatiska orglið skifti tóna, og fólk vórðu mint á, at tað ikki er ein ávaringarlúður frá øðrum heimsbardaga, ið ljómar í týsku bygdini Halberstadt. Heldur er tað tónlist á høgum støði.

 

Eksentriski tónasmiðurin John Cage (1912 ? 1992) smíðaði ORGAN2/ASLSP við tí fyri eyga, at skapa heimsins longstu konsert. Tað var í 2001 at tey byrjaðu at spæla fyrsta tónan, og so hvørt sum tað er brúk fyri nýggjum tónum til lagið, verða nýggjar pípur settar á orglið.

 

Nábúgvarnir eru so smátt farnir at venja seg við tónleikin, ið bæði nátt og dag kemur úr St. Burchard kirkjuni, og teir kunnu vænta kemur at ljóma alla teirra ævi, um ikki granskarar finna onkra nýggja tøkni, sum leingir lív okkara nakað.

 

Tvær pípur vóru settar á orglið leygardagin, og eru tað við teimum 6 pípur á orglinum. So hvørt sum árini fara, og tað verður brúk fyri tí,verða nýggjar pípur settar á orglið, ið eru fíggjaðar við peningagávum. Tey, sum geva pening til orglið, gera tað ikki av nakrari hægri orsøk tó. Tá fyriskiparir verða spurdir, hví orglið spælir, svara teir bert, ?Tí tað ger tað?.

 

ASLSP er ein stytting fyri ?As SLow aS Possible? (so seint sum gjørligt).