Heimsins longsta flogleið

Flogfelagið Singapore Airlines ætlar at fara undir rutuflúgving millum Singapore og Los Angeles, uttan at flogførini skulu millumlenda.

Singapore Airlines sigur, at ætlanin er at fara undir rutuna næsta ár, og at felagið fer at nýta flogfør av slagnum Airbus340-500 til nýggju farleiðina. Í løtuni eru samráðingar við fakfeløgini hjá teimum, sum manna flogførini hjá felagnum. Felagið sigur, at í góðum líkindum fer túrurin millum Singapore og Los Angeles at taka umleið 16 tímar, men er veðrið ikki til vildar, fara upp ímóti 18 tímum til ferðina.

Eitt annað flogfelag í Asia, Thai Air, umhugsar at fara undir beinleiðis flúgving millum Bangkok og Chicago.