11 ára gamla Supatra Sasuphan úr Thailandi er endað í Guiness Rekordbók sum heimsins lodnasta genta. Neyðars genta hevur fingið fleiri ymisk kelinøvn, og eitt nú verður hon rópt úlvagenta og apuandlit.
Men hin 11 ára gamla er so avgjørt ikki kedd um, at hennara hárvøkstur er betri enn hjá vinkonunum.
Daily Mail skrivar, at sambært gentuni sjálvari hevur nógvi hárvøksturin gjørt hana ógvuliga umtókta, bæði á skúlanum, har hon gongur - og í býarpartinum í Bangkok, har hon býr.
- Fyrr var tað onkur, sum argaði meg og rópti meg apuandlit, men tað gera tey ikki longur. Eg eri so fegin um, at eg eri komin í Guiness Rekordbók.
Supatra Sasuphan sigur, at nógv skulu gera okkurt heilt serligt fyri at koma í rekordbókina.
- Men tað einasta, eg skuldi gera, var at svara nøkrum spurningum - og so kom eg í Guiness Rekordbók, sigur hin 11 ára gamla thailendska gentan.
Sambært Daily Mai eru bert fimmti menniskju í heiminum, sum hava sjúkuna, sum Supatra hevur.
- Ambras Syndromið, sum sjúkan kallast, kemst av einum kromosomfeili, og sjúkan er kend heilt aftur til miðøldina, skrivar blaðið.
Hin 11 ára gamla ætlar ikki, at nógvi hárvøksturin skal stýra lívi hennara. Hon elskar at hyggja í sjónvarp, og hennara yndislærugrein í skúlanum er matematik.
- Tá eg eri vaksin, vil eg verða lækni, tí mín dreymur er at hjálpa fólki, sum eru í neyð og sum hava tørv á viðgerð, sigur Supatra Sasuphan.