Heimsins kaldastu støð

Nú fyriliggur eitt yvirlit yvir tey kaldastu støðini í heiminum Danska blaðið ?Rejseliv? hevur nú gjørt eina uppgerð, sum vísir hvussu kalt tað er í heimsins kaldastu støðum.

Heimsins kaldasta stað er Vostok á Antarktis. Har hevur Russland eina veðurstøð. Veðurstøðin liggur á einari hædd, sum er 3.500 metrar. 21. juli í 1983 máldu russisku veðurfrøðingar tann lægsta temperaturin, sum er máldur í søguni. Hendan dagin í 1983 vóru tað minus 89,2 stig í Vostok.

Tey hava tað heldur ikki serliga stuttligt á granskingarstøðini ?Eureka?, sum liggur á tí norðastu kanadisku oynni, Ellesmere Island. Um summarið er miðal-temperatururin minus 20 stig, og um veturin er hann minus 40 stig.

Kaldasta staðið á norðari hálvkúlu, er russiska bygdin, Oymyakon. Har máldu veðurfrøðingar í 1926 minus 71,2 stig.

Heimsins kaldasti høvuðsstaður er høvuðsstaðurin í Mongolia, Ulaan Baatar. Ulaan Baatar liggur 1.300 metrar omanfyri havið. Í januar liggur miðal-temperatururin á minus 16 stig. Viðmælt verður ferðafólki, sum vitja Ulaan Baatar hesa tíðina á árinum, um at fara og vitja Kamel-savnið, fyri at halda hitanum.