Heimsins harðasti maður fyllir 75 í dag

Í dag eru liðin 75 ár, síðani amerikanski sjónleikarin Chuck Norris var føddur

Í dag er ein stórur dagur – Chuck Norris fyllir 75 ár.

Chuck Norris var føddur í Ryan í Oklahoma 10. mars í 1940. Hann gjørdist kendur um heimin sum sjónleikari og serfrøðingur í karate. Gjøgnumbrotið sum sjónleikari kom við at samantvinna sjónleik og karate í filmum saman við eitt nú Bruce Lee.

Seinni spældi Chuck Norris í action-filmum sum Missing In Action, Delta Force og Invasion USA. Hann var eisini høvuðsleikari í sjónvarpsrøðini Walker, Texas Ranger.

Seinnu árini er Chuck Norris í skemti gjørdur til ein serstakliga skrappan mann, sum vinnur á bæði heiminum og náttúrulógum. Til dømis:

- Chuck Norris doyði fyri 20 árum síðani. Deyðin hevur bara ikki torað at sagt tað við hann enn.

- Onkur kann ganga á vatni. Chuck Norris kann svimja ígjøgnum land.

- Superman svevur í Chuck Norris pyjamas.