Heimsins harðasta skíðrenning í 20 minusstigum

Fjarstøðan er 160 kilometrar og teinurin er tvørtur um heyggjar og dalar í samfullar tríggjar dagar. Hinvegin er landslagið ótrúliga vakurt, og tað er uttan iva orsøkin til at fólk úr øllum heiminum leggja leiðina til grønlendska býin Sisimiut í apríl mánaði.

“Heimsins harðasta skíðrenning”.
Soleiðis verður hetta serstaka upplivilsið í grønlendsku náttúruni “Arctic Circle Race” umrøtt.
- Øll ið okma á mála hava vunnið, - um ikki annað á sær sjálvum, verður tikið til.
Henda skíðrenningin er vorðin tann avgjørda avbjóðingin hjá teimum, ið longu hava roynt øll heimsins skíð-marathon og framvegis hava hug at royna okkurt nýtt.

Sfg
Og talan er veruliga um eina stóra avbjóðing fyri tey hundraðtals fólkini, ið hvørt ár leggja leiðina til Sisimiut.
Hitin – ella kuldin – kann koma heilt niður á minus 20 stig, og brattarnir eru krevjandi. Landslagið er heilt upp í 2500 metrar á teininum. Tvær nætir sova luttakararnir í smáum tjøldum á einum frystum vatni millum fjøllini, eftir at tey sjálv hava fyrireikað sín egna nátturða.
Omanfyri 100 skíðrennarar luttaka í hesum renninum á hvørjum ári. Í ár verður lagt til brots 8. Apríl og er hetta 15. ferðin at startskotið ljóðar.