Tað var kanska ikki so løgið, at fronsku vegamyndugleikarnir gjørdu av at taka av einum tilboði frá einum ávísum byggifelag, tá tann seinasti teinurin av motorvegnum ímillum París og miðjarðarhavsbýin Beziers skuldi gerast. Her skuldi ein ovurstór brúgv gerast, og myndugleikarnir valdu av taka av tilboðnum frá fyritøkuni Eiffage, sum á sinni bygdi Eiffeltornið í París.
Talan er eisini um eitt veruligt stórarbeiði. Nýggja brúgvin er 2460 metrar long, og betongsúlurnar undir henni eru ímillum 77 og 246 metrar høgar. Sjálvt dekkið, sum er 32 metrar breitt, er úr stáli. Byggifelagið hevur brúkt 127.000 rúmmetrar av betong, 19.000 tons av herdum stáli og 5.000 tons av kaðalstáli til brúnna. Kostnaðurin liggur nakað oman fyri tvær milliardir krónur.
Tann 14. desember skal Jacqurs Chiraq, forseti, klippa snórin til brúnna, sum síðani verður latin upp fyri ferðslu. Men tey, sum ætla sær at brúka brúnna, mugu ikki líða av hæddarræðslu. Har brúgvin er hægst, er hon 342 metrar oman fyri lendið í neðra ella 18 metrar hægri enn Eiffeltornið, og tá er flaggstongin ovast á torninum tikin við.