Heimsins fyrsta motorsúkkla við airbag

Týski bilfelagsskapurin ADAC hevur testað heimsins fyrstu motorsúkklu við airbag við sera góðum úrsliti. Teir vóna at fleiri motorsúkkluframleiðarar fara at koma slíkum skipanum, sum veruliga bjarga mannalívum


Higartil hava motorsúkklurnar ikki fylgt við á sama hátt sum bilarnir, tá tað kemur til trygdarútgerð. ABS-bremsuskipan er nú vanlig á flestu motorsúkklum, men annars eru tað bert hjálmur og klæðini sum verja. 
 
Nýliga kunngjørdi japanska Honda verksmiðjan, sum er heimsins størsti motorsúkkluframleiðari, at teir skjótt koma á marknaðin við heimsins fyrstu motorsúkklu við airbag. Talan er um toppmodellið, Honda Gold Wing, sum nú fær innbygdan airbag.
 
Honda Gold Wing við airbag er krasjtestað hjá ADAC í Týsklandi við sera góðum úrsliti. Fyrst testaðu teir ein Gold Wing uttan airbag við ræðandi úrsliti. Súkklan rendi við 72 km/t inn í síðuna á einum bili. Motorsúkkluførarin (dukkan) smekkaði høvdið í takið á bilinum við eini slíkari ferð at førarin hevði ivaleyst ikki yvirlivað stoytin.
 
Síðan varð ein súkkla av sama slagi við airbag roynd. Í sama sekundi súkklan rakti bilin, kom ein stór luftpúta upp og hindraði føraranum at koma í kontakt við bilin. Einans hjálmurin bar við takið á bilinu. Royndin vísti at airbag-skipanin var so effektiv, at førarin helst hevði sloppi við smærri snuddum.
 
ADAC eru ovfarnir av, hvussu væl airbag skipanin hjá Honda virkar, og teir vóna at fleiri motorsúkkluframleiðarar fara at koma slíkum skipanum, sum veruliga bjarga mannalívum.