Heimsins fyrsta el-drivna gravmaskina

Nýggja gravmaskinan fer at spara umhvørvinum fyri umleið 52 tons av CO2-útláti um árið.

Heimsins fyrsta el-drivna gravmaskina av hesi støddini - og við battaríi - er bygd í Gjelleråsen í Noregi, og tað er fyritøkan Pon Equipment, sum saman við Caterpillar, ið hevur gjørt maskinuna, sum vigar heili 26 tons. Maskinan á myndini er hin fyrsta av tilsamans átta gravmaskinum, sum skulu latast norsku vegaumsitingini í hesum mánaðinum.

 

Eftir, hvat skilst, er ætlanin, at maskinan skal arbeiða við verkætlanum, har skerpaði krøv eru til útlát. Talan er um sonevnd nullútlát verkætlanir. Við øðrum orðum, skrivar www.vg.no, fer henda el-gravmaskinan helst at síggjast ofta í norska høvuðsstaðnum Oslo, har strong krøv eru um útlát.

 

Øivind Larsen, ein av stjórunum í norsku vegaumsitingini, sigur, at nýggja maskinan, sum nú er partur av maskinparkini hjá vegadeildini, fer at spara umhvørvinum fyri umleið 52 tons av CO2-útláti um árið. Um allar tær umleið 2500 gravmaskinurnar, sum eru í Noregi av hesi støddini, høvdu verið skiftar út við el-drivnar, høvdu vit minkað um útlát, sum svarar til 60.000 bilar um árið, leggur hann aftrat.

 

Umsitingarstjórin í Pon Equipment, Erik Sollerud, sigur, at nýggja maskinan hevur tríggjar ferðir so stórt battarí, sum tey, ið eru í størsta Tesla-modellinum. Tað merkir, sigur hann, at battaríið í nýggju el-gravmaskinuni er 300 kWh og vigar 3,4 tons.