? Hetta er uttan iva heimsins fittasta barn.
Orðini eigur tingkvinnan, Annita á Fríðriksmørk, sum leygardagin saman við manni sínum, Pálli Olsen, fekk sítt fyrsta barn.
Barnið er ein vælskaptur drongur, ið vigar 7 pund og er 53 cm langur. Hann kom í heimin leygardagin við keisaraskurði. Keisaraskurðurin gekk væl, og bæði mamma og barn hava tað gott.
Annita og lítli drongurin sleppa væntandi heim fyrsta dagin. Og, sum skilst á Annitu, stúrir hon ikki fyri vøkunætum uppi yvir tí lítla.
? Hann er so fittur og friðarligur, at hann valla fær verið friðarligari, sigur glaða mamman, ið fyribils ikki verður at hoyra á tingsins røðarapalli.