Heimsins elsti maður deyður

Elsti maður í heiminum, amerikumaðurin Walter Breuning, doyði í gjár, 114 ára gamal. Tað var heilt onnur tíð, tá hann varð borin í heim í 1896. Eitt nú høvdu foreldrini hvørki el ella vatn.

Walter Breuning arbeiddi hjá einum jarnbreytarfelagi, og hann fór frá við pensjón sama ár, sum tann fyrsta plátan hjá The Beatles kom út. Men hann helt kortini fram at arbeiða, til hann fylti 99.

Í einari talu, sum hann helt, tá hann fylti 114, segði hann, at fólk eiga at góðtaka deyðan sum ein part av lívinum.