Misao Okawa varð fødd 5. mars í 1898. Hon hevur sostatt verið á lívi í trimum øldum.
Guiness World Records hava viðurkent Okawa sum elstu kvinnu í heiminum, og í dag kann hon halda sín 117 ára føðingardag.
Okawa, sum hevur verið einkja síðani 1931, býr á einum røktarheimi, og sambært starvsfólki har, hevur hon tað gott heilsuliga.
Misao Okawa eigur eigur trý børn, fýra ommubørn og seks oldurommubørn.
Myndin omanfyri er tikin fyri júst einum ári síðani.