Heimsins elsta helt 119 ára dagin

Hin aldrandi hevur sett sær fyri at vera verandi heimsins elsti borgari - í øllum førum í eitt ár aftrat.

Kane Tanaka, sum sambært Guinness World Records er heimsins elsti borgari, fylti 119 ár sunnudagin.

 

Sambært The Guardian helt hon stóra dagin við brúsi og sjolulátu á einum ellisheimi í Japan.

 

The Guardian veit at siga, at hin aldrandi nú hevur sett sær fyri at vera verandi heimsins elsti borgari - í øllum førum í eitt ár aftrat.

 

Kane Tanaka er fødd í 1903. Hetta er sama ár, sum Wright-brøðurnir gjørdu sín fyrsta flogtúr og fyrstu ferð, at Tour the France varð hildið.

 

- Eg vóni, at hon heldur seg fríska og kann hava tað stuttligt hvønn dag, hon verður eldri, sigur ommudóttirin, 62 ára gamla, Eiji Tanaka, sambært The Guardian.