Heimsins elsta gorilla er nú 60 ára gomul. Coco býr í djóragarði í Columbus Zoo í Ohio í USA, og har hildu tey føðingardag í gjár. Hon feiraði dagin við at lata gávur upp og at eta apelsinir og klementinir.
Coco er fyrsta gorilla, sum er fødd í djóragarði. Tað var 22. desember í 1956, tá ið Dwight D. Eisenhower var forseti í USA.
Coco er framvegis væl fyri, og hon hevur livað nógv longri, enn tey millum 30 og 40 árini, sum gorillur vanliga liva. Coco eigur eftirkomarar í fimm ættarliðum – trý børn, 16 ommubørn, 12 oldurommubørn og trý tipoldurommubørn.










