Fyrrverandi handarbeiðslærarin, Hendrikja van Andel-Schipper úr Hollandi varð borin í heim 29. juni í 1890.
Hon býr nú á Westerkim ellisheiminum í Hoogeveen, og hóast høga aldurin er hon ein íðin fótbóltsfjeppari.
- Hon etur eitt stykki av sild hvønn einasta dag, tí tað er so gott fyri heilsuna, sigur leiðarin á ellisheiminum.
- Hon hevur framvegis nógva lívsmegi, leggur hann aftrat.
Ein talsmaður fyri Guinnes-metbókina sigur, at Hendrikje er eldri enn elsti maðurin í heiminum, og tað ger hana til heimins elsta núlivandi fólk.
Heimsins elsti maður annars er Emiliano Mercado Del Toro úr Puerto Rico. Hann varð borin í heim 21. august í 1891.
Sambært Guinnes varð heimsins elsti persónur samfull 122 ár ? Jeanne-Louise Calment, sum doyði í 1997.