Heimsins elsta fót­bólts­felag vitjar TB

Sheffield FC, sum er stóvað í 1857, kemur í summar á vitjan hjá føroyska aldursforsetanum, TB, ið er stóvað í 1892

Tveir aldursforsetar. Annar er aldurs­forseti í heiminum. Heimsins elsta fótbóltsfelag. Hin er aldurs­forsetin í Føroyum. Í juli mánaði komandi summar hittast hesi bæði feløgini við Stórá í Trongisvági.
Tað er ítróttarstjórin í TB, Hans Fróði Hansen, sum hevur sett seg í samband við Sheffield FC.
– Tað gingu bara tveir ella tríggir dagar, so høvdu vit eina avtalu, sig­ur Hans Fróði Hansen.
Orsøkin til venjingardystin móti enska felagnum er fyri at skapa nakað kring Tvøroyra Bóltfelag. Hans Fróði var fyri kortum settur sum ítróttarstjóti í felagnum og tað er eisini ein av orsøkunum til dystin
– Eg vil gjarna verða við til at gera okkurt fyri felagið og hetta er eitt gott høvið. Feløgini hava nak­að til felags og hetta kann eisini verða við til at knýta bond millum fel­øg­ini, sigur ítróttarstjórin.
Tað er ikki endaliga greitt nær Sheffield FC kemur hendan veg­in, men Hans Fróði vónar at tað verður í summarsteðginum í lands­kappingini. Sheffield FC, sum tá fyrireikar seg til kappingarárið 2013/14 skal á eina rundferð at spæla móti ymiskum øðrum feløgum eis­ini, so vitjanin her í Føroyum skal passa inn í skemaði.
Sostatt skulu tvey fótbóltsfeløg við samanlagt áleið 275 ára langari søgu hittast við Stórá í summar. Tað kann ikki annað enn vera met fyri ein dyst í Føroyum.