Heimsins elsta doyði í gjár

Brasilska Maria Gomes Valentim, sum hevur verið roknað sum elsta fólk í heiminum, doyði í fjár. Hon var næstan 115 ára gomul. Valentim var borin í heim tann 9. juli í 1896, og í síðsta mánað skrásetti Guinness hana sum elsta fólk í heiminum.

Brasilsku myndugleikarnir siga, at hon varð flutt á sjúkrahús sunnudagin við lungnabruna, og har doyði hon í gjár. Sjálv helt hon, at tað vóru hennara matvanar, sum høvdu gjørt, at hon bleiv so gomul. Sambært CNN dámdi henni væl kaffi, frukt, mjólk og eitt glas av víni av og á.

Ein fronsk kvinna, sum doyði 122 ára gomul í 1997, er sambært Guinness elsta fólk í nýggjari tíð.