David Luiz skiftir eftir øllum at døma í næstum til franska Paris Saint-Germain frá Chelsea fyri áleið 430 milliónir krónur. Tað merkir, at brasilski miðverjin verður heimsins dýrasti verjuspælari.
David Luiz, sum skifti til Chelsea frá Benfica í 2011, hevur eisini verið settur í samband við Barcelona. Hann er við brasilska landsliðshópinum, sum í løtuni fyrireikar seg til HM endaspælið, ið verður í heimlandinum hjá krúlluta verjuspælaranum.
Í løtuni er Thiago Silva, landsliðsliðfelagin hjá David Luiz, heimsins dýrasti verjuspælari, tá hann í 2012 skifti til sama Paris Saint-Germain frá AC Milan. Nummar tvey á listanum er Rio Ferdinand, sum Manchester United keypti Leeds í 2002.
Heimasíðan hjá Chelsea boðar í kvøld frá, at feløgini eru komin ásamt um ein prís fyri David Luiz. Viðmerkt verður, at persónligum viðurskiftini enn ikki eru komin upp á pláss.