Heimsins dýrasti tannáringur

Manchester United setur nýtt heimsmet við at keypa ungan franskan áleypara

Júst sum søgurnar hava koyrt hetta seinasta døgnið, so váttar Manchester United í dag, at teir hava keypt unga franska stjørnuskotið, Anthony Martial.

 

Anthony Martial kemur til Manchester United frá franska felagnum Monaco, har hann hevur spælt seinastu tvey kappingarárini.

 

Sambært fronskum miðlum, er talan um eitt dýrt keyp hjá Manchester United. Fyribils kostar nýggi áleyparin 380 milliónir krónur, men sambært fronskum keldum kann prísurin koma heilt upp ímóti 600 milliónum krónum, alt eftir hvussu væl Anthony Martial fer at avrikað.

 

Byrjunarprísurin á 380 milliónum krónum er tó tað dýrasta sum nakar spælari undir 20 ár, nakrantíð er seldur fyri í heimsfótbólti.

 

19 ára gamli Anthony Martial eigur enn sín fyrsta dyst til góðar á franska a-landsliðnum, men er úttikin til komandi dystirnar hjá Fraklandi, sum eru móti Portugal og Serbia