Paul Watson og Sea Shepherd halda á við at leggja trýst á danir og donsku stjórnina.
Bob Barker, hvørs manning fekk noktað innferðarloyvi, tá tey komu til Føroya mánadagin, er í løtuni sunnan fyri Føroyar og hevur snøgt sagt havt Triton í hølunum á sær, síðani skipið fór av Sundi mánakvøldið. Hetta tykist nú Paul Watson at ilskast inn á.
- Eg haldi hetta kann metast at vera eitt hernaðarlist stríð millum danska kongaríkið og Sea Shepherd. Myndirnar minna meg um bretska stongsilin av Frankaríki undir Napolen ella amerikanska stongsilin av suðurstatunum. Hetta er ein ektaður hernaðarligur stongsil. Vit eru smikraði, skrivar Paul Watson.
Paul Watson setir spurnartekin við, um hetta man vera vert stríðið fyri danska ríkið. Tað er jú ikki heilt ókeypis, at hava hernaðarskip siglandi, og hann heldur, at danska fólkið burdi spurt seg sjálvi, um hetta er tað, tey vilja nýta pengarnar upp á, serliga tá hugsað verður um, at játtanin til sjóverjuna hevur verið undir atfinningum í seinastuni.
- Hvalakjøt, sum føroyingar annars breggja sær av er ókeypis, er nú vorðið tað dýrasta kjøtið í heiminum. Ókeypis hjá føroyingum, men ómetaliga dýrt hjá danskarum, skrivar leiðarin hjá Sea Shepherd.