Kyle Walker er nú heimsins dýrasti verjuspælari. Fyri løtu síðani almannakunngjørdi Manchester City, at teir hava keypt 27 ára gamla høgrabakkin hjá Tottenham fyri 422 milliónir krónur.
Talan er um ein fimm ára sáttmála. Sáttmálin hjá Kyle Walker við Tottenham var annars galdandi til og við kappingarárið 2018/2019, men tað sigst, at honum er ein hægri løn í boðið í Manchester.
Hetta er triðja keypið hjá Manchester-felagnum í ár. Hini eru miðvallarspælarin Bernardo Silva úr Monaco og málmaðurin Ederson úr Benfica.
Síðani farna kappingarár eru tríggir verjuleikarar farnir úr felagnum, Bakary Sagna, Gaël Clichy og Pablo Zabaleta.
Kyle Walker spældi 229 dystir fyri Tottenham og hevur higartil spælt 27 dystir fyri enska landsliðið. Hann kom til felagið, saman við Kyle Naughton, í 2009 úr Sheffield United fyri 76 milliónir krónur tilsamans.