Heimsins dýrasti til sølu

Franska stórfelagið Paris Saint Germain keyptu fyri tveimum árum síðan, dýrasta fótbóltsleikara nakrantíð, nú er hann settur til sølu.

 

Talan er um 26 ára gamla brasilianska stjørnuleikaran Neymar, sum tvey tey seinastu kappingarárini hevur spælt við Paris Saint Germain.

Nú er tað skjótt tvey ár síðan, at Neymar fór frá Barcelona til Paris saint Germain fyri heilar €198 milliónir hetta svarar til næstan 1,5 milliardir krónir. Nú vilja PSG sleppa sær av við Neymar. Hetta skrivar stóra franska blaðið L`équipe í gjár.

tað hevur gingið upp og niður hjá Neymar og PSG tey seinastu kappingarárini, teir hava ikki megnað at klára sínum máli, sum er at vinna Champions League. Tað tykist sum at Neymar og aðrir við honum spæla við PSG bert fyri pengar, tí teir hava ikki veruliga víst hvat teir kunnu seinastu tíðina.

Hetta er forsetin í PSG AL-Khelaifi sera troyttur av, og sigur við Francefootball soleiðis um støðuna:

-Leikarirnir mugu taka teirra arbeiði í størri álvara. Tað skal henda ein stór broyting, ongantíð ov skjótt. Teir skulu arbeiða harðari og vilja tað meir, teir eru her ikki fyri teirra egnu skyld. Um teir ikki fylgja hesum, er hurðin opin, og so er tað farvæl. Eg vil ikki hava leikarir her ið halda teir eru størri enn felagið.

Hendan útsøgnin er í tráð við greinina sum stóra blaðið L´écuipe skrivaði. Neymar er møguliga settir til sølu, og hetta kann byrja eina nýggja tíð fyri PSG.

Barcelona er eftir øllum at døma felagið Neymar mest av øllum vil aftur til, men um sponsku kempurnar vilja hava sín mann aftur, verður tað ein dýrir umgangur.