Heimsins dýrasti frítíðarbátur

Jaktin ?Streets of Monaco? verður heimsins dýrasti frítíðarbátur á privatum hondum - og dýrari enn ?Eclipse? hjá Roman Abramovich, sum eigur Chelsea. Sambært Daily Mail verður marglætisjaktin, ?Streets Of Monaco?, ið minnir um eitt flótandi fyrstadømi, heimsins dýrasti frítíðarbátur á privatum hondum. Tað er Yacht Island Design, ið eigur myndina av einum modelli, sum vit síggja saman við hesum greinastubba.

Jaktin verður góðar 500 føtur og hevði helst kostað einar 700 miljónir bretsk pund at smíða. Soleiðis hevði hon eisini verið heimsins dýrasti frítíðarbátur á privatum hondum.

Hin dýrasti í dag, skrivar Daily Mail, er ?Eclipse? hjá Roman Abramovich. Søgur siga, at Chelsea-eigarin noyddist av við 665 miljónir pund fyri frítíðarbátin.

Umborð á ?Streets Of Monaco? verður eitt nú Monte Carlos koyribreytin, Monte Carlo Casino, Hotel de Paris, Cafe de Paris, La Rascasse, The Loews Hotel, svimjihyljar og tennisvallir.

Tey sjey gestarúmini, sum verða umborð á jaktini, eru millum 135 og 350 fermetrar stór, øll við høll, baði, sovikamari og balkong.

Mett verður, at manningartalið við jaktini verður umleið sjeyti.

Tað er stjórin í Yacht Island Design, Rob McPherson, sigur sambært Daily Mail, at liðið, sum hevur arbeitt við at designa jaktina, hevur brúkt fyrstadømið Monaco sum fyrimynd.

Nú vantar bara ein miljarderur, sum hevur hug til at lata ?Streets Of Monaco? smíða.