Á leið 750.000 krónur kostar Yalos Diamond, sum er nýggja sjónvarpið hjá italska Neapolitan. Talan er um eitt 40 tumma sjónvarp, sum hevur best møguligu myndagóðskuna, og so kostar útsjóndin eisini eitt sindur. Sjónvarpið er nevnliga klætt í hvítagulli, og er hartil prýtt við 160 gimsteinum.










