Heimsins dýrasta fótbóltsfelag

Grannskoðarafyritøkan Deloitte ger á hvørjum ári ein lista yvir mest múgvandi fótbóltsfeløgini, og her er FCK í ár at finna á oddasessinum. Parken Sport & Entertainment hevur sambært grannskoðarunum eitt virði upp á 3,9 mia kr., og hetta ger felaigð til dýrasta fótbóltsfelagið á virðisbrævamarknaðinum. Á øðrum plássi er Arsenal, sum verður mett til 3,4 mia kr., meðan Juventus á triða plássinum verður mett at vera 1,7 mia kr. vert. Havast skal í huga, at eitt nú Manchester United er tikið av listanum, eftir at Glazier tók felagið av virðisbrævamarknaðinum, tá hann keypti partabrøvini.