Heimsins dýrasta bilvask

Paul Dalton, ið rekur sína egnu fyritøku í Surrey í Onglandi, tekur 60 túsund krónur fyri tað sum hann kallar heimsins besta bilvask.

60.000 krónur fyri at vaska og polera bilin, tað er tað sum Paul Dalton, ið rekur sína egnu fyritøku í Surrey í Onglandi, tekur fyri tað sum hann kallar heimsins besta bilvask.

Hann brúkar upp til 64 arbeiðstímar upp á hvønn bil, og tilfarið hann nýtir er ikki júst tað bíligasta.

Til dømis kostar ein lítil dunkur av einum heilt serligum brasilianskum voksi 40.000 krónur.

Men tá heldur tað eisini bilin skínandi blankan í eitt ár, sigur Paul Dalton.

Hóast høga prísin hevur Paul Dalton nokk at gera, vanliga er bíðitíðin upp til 9 mánaðir.

Bilarnir sum hann vaskar og polerar eru heldur ikki teir bíligastu. Hann viðger nevniliga einans supersportbilar sum til dømis Ferrari, Lamborghini og Porsche.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum