Heimsins breiðasta brúgv

Turkiski forsætisráðharrin, Recep Tayyip Erdogan, legði í gjár fyrsta steinin til triðju brúnna tvørtur um Bosporussundið.

Hetta verður enn ein farleið millum Europa og Asia, sum fer at kosta 2,3 milliardir krónur og skal standa liðug og klár at taka í brúk í mai mánaði í 2015.

Samstundis verður hetta við sínum 59 metrum eisini heimsins breiðasta brúgv, tí hon fer at fevna um tíggju breytir til bilferðslu, umframt eina heingibrúgv til tok.

Eisini verður ein tunnil í løtuni gjørdur undir Bosporussundið, sum skal verða liðugur seinni í ár.

Turkaland hevur somuleiðis ætlanir um eina farleið millum Marmarasjógvin og Svarta Havið, sum skal lætta um ferðsluna í Bosporussundinum, ið er tað sundið í heiminum, ið hevur einamest ferðslu.