Tað vóru í dag dystir um hvør skuldi spæla seg víðari úr bólki G saman við Týsklandi. Endin gjørdist, at hóast 0-1-tap ímóti Týsklandi, kom USA víðari sum 2-ari.
Týskland vann tepran 1-0-sigur ímóti USA við máli frá Thomas Müller tíðliga í seinna hálvleiki. Flestu eyguni vóru annars vend ímóti Miroslav Klose, sum við einum máli afturat gerst mest skorandi spælari í einum HM-endaspæli. Hetta eydnaðist honum ikki í dag.
Dysturin ímillum Portugal og Ghana var sera spennandi í tann mun, at um USA tapti fyri Týsklandi, kundi vinnandi liðið spæla seg víðari. Portugal vann dystin 2-1, men hetta var ikki nóg mikið til at fáa betri málúrtøku enn USA.
Týskland spældi seg harvið víðari við sjey stigum, meðan USA og Porugal bæði fingu fýra stig. USA hevði tó málunin 0, meðan Portugal hevði -3. Ghana endaði aftast við einum stigi.
USA – Týskland 0-1 (0-0)
0-1: Thomas Müller, 55.
Portugal – Ghana 2-1 (1-0)
1-0: John Boye, 31. (sjálvmál)
1-1: Asamoah Gyan, 57.
2-1: Cristiano Ronaldo, 80.










