Kastilianska høvuðsstaðarfelagið, Real Madrid jaktar katalanska høvuðsstaðarfelagið, FC Barcelona í royndini at vinna meistaraheitið í sponsku La Liga.
Fyrr í dag tók Real Madrid ímóti Granada á Bernabeu-leikvøllinum í Madrid. Christiano Ronaldo, sum er kosin heimsins besti fótbóltsspælari hevði enn ein minniligan og søguligan dag.
Real Madrid vann heili 9-1, og Christiano Ronaldo skeyt ikki færri enn fimm mál í dystinum. Uppá bara átta minuttir skeyt Ronaldo eitt reint hattrick, sum er tað skjótasta hattrick´ið í søguni hjá La Liga. Haraftrat var talan um hattrick nummar 24 hjá Ronaldo í tíðini hann hevur spælt við Real Madrid, síðani 2009.
Christiano Ronaldo hevur nú skotið 36 mál í La Liga higartil í ár. Hin stórspælarin, Lionel Messi, heimsins næstbesti fótbóltsspælari hevur higartil skotið 32 mál í La Liga.
FC Barcelona er tó á odda enn við 68 stigum. Real Madrid er nummar tvey við 67 stigum. FC Barcelona hevur tó leikt ein dyst færri enn Real Madrid. Í kvøld klokkan átta spælir FC Barcelona á útivølli ímóti Celta Vigo, og kann við sigri økja frástøðuna til Real Madrid við fýra stigum.
Tá dystirnir í kvøld eru avgreiddir eru níggju umfør eftir at leika í La Liga.