Franski meistarakokkurin, Guy Savoy, varð í november í fjør sætta árið á rað kosin heimsins besti kokkur, og tað er La Liste, sum hevur veitt honum henda heiður.
Hann er køksleiðari og eigari av matstovuni, Guy Savoy í Paris. Síðan 2002 hevur matstovan fingið tríggjar stjørnur frá viðurkenda Michelin-leiðvísaranum, sum er størsta viðurkenning ein matstova kann fáa hjá teimum.
Í gjár gjørdist tað alment, at matstovan missir sína triðju stjørnu, og hesa avgerð umrøður tíðindastovan AFP sum eina "sjokkavgerð", sum tikið verður til.
- Hetta eru framúrskarandi matstovur, so tú kanst ímynda tær, at mett verður neyvt um slíkar avgerðir, og her eru fleiri vitjanir av okkara eftirlitsfólkum gjøgnum alt árið, sigur altjóða stjórin hjá Michelin, Gwendal Poullennec.
Upplýst verður ikki, hví matstovan, Guy Savoy, verður niðurraðfest í metingini hesaferð. Gwendal Poullennec leggur dent á, at Michelin ikki bara brúkar eftirlitsfólk í Fraklandi í slíkum avgerðum, men eisini fólk úr øðrum londum.
Vit skulu aftur til 2019 – fyri koronufarsóttina – tá ein fronsk matstova seinast fór úr tveimum stjørnum og niður í tvær.
- Í kvøld hugsi eg um míni fólk, og í morgin fari eg at tosa við tey. Vit hava tapt dystin í ár, men vit skulu vinna hann aftur næsta ár, sigur Guy Savoy sambært AFP.











